James Murdoch fer frá

James Murdoch, sonur fjølmiðlakongin Rupert Murdoch, leggur frá sær sum formaður í teirri risastóru fjølmiðlafyritøkuni News International. Hann heldur fram sum næstformaður í móðurfelagnum News Corporation.

-Vit eru øll sera væl nøgd við tað, sum James hevur avrikað fyri News International, sigur Rupert Murdoch í einari viðmerking til leiðslubrotyingina.

Seinasta summar noyddist Murdoch-fyritøkan at lata blaðið News of the World aftur, eftir at tað var vorðið avdúkað, at blaðið hevði avlurtað telefonina hjá fólki fyri at fáa fatur á tíðindum. Málið elvdi til fleiri løgreglukanningar og hevur havt ringa ávirkan á umdømið hjá News International.