James leingir við Portsmouth

Aftasti skansi hjá Portsmouth er tryggjaður komandi trý árini. Málmaðurin David James hevur valt at leingja sáttmálan við felagið, sum hann kom til síðsta summar. James hevur saman við Sol Campbell átt størstu æruna av góða kappingarárinum hjá felagnum í ár, har teir framvegis hava eitt Uefa Cup-pláss at leika fyri.

36 ára gamli David James hevur áður vart málið hjá Liverpool, Aston Villa og Manchester City, umframt at hava spælt nakrar dystir fyri enska landsliðið.