James Hetfield viðmælur The Rasmus

Eftir eina konsertferð í Japan seinasta februar mánað vóru teir fýra ungu tónleikararnir í The Rasmus bidnir at hita upp fyri Metallica.

Metalúrmælingarnir við føstum bústaði í San Francisco vóru í mars á ferð í Suður Afrika og lótu væl at unga finska bólkinum. James Hetfield, sum er forsangari og annar av guitarleikarunum í Metallica, segði við ein tíðindamann hjá finska tónleikablaðnum Soundi Music Magazine :
- The Rasmus er ein áhugaverdur bólkur og eg haldi at løgini á fløguni Dead Letters eru frálík. Teir minna meg á 1980ini og bólkar sum eitt nú Def Leppard.