James Bond ímóti hvalaveiði

Filmsleikarin Pierce Brosnan, sum millum annað er kendur frá leiklutinum sum James Bond, vil hava amerikanska forsetan, Barack Obama, at seta revsitiltøk í verk ímóti íslendingum fyri at fáa teir at gevast at veiða hval.

Í brævi, sum er almannakunngjørt á heimasíðuni Seattlepi, hartar Pierce Brosnan íslendingar. Millum annað vísir hann á, at sambært amerikanska handilsmálaráðnum bróta íslendingar altjóða bann ímóti hvalaveiði, og tí vil hann hava Obama at revsa Ísland.

Í brævinum skrivar Pierce Brosnan, at íslendingar hava dripið 480 hvalir og útflutt tvøst til Noregs, Japan og Letlands fyri fleiri milliónir dollarar tey bæði seinastu árini. Hann mælir Obama til at seta handilstiltøk í verk ímóti íslendskum vørum, sum koma til USA.