James Blunt í X Factor fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið 21. mars verður hálvfinala í X Factor, og í tí sambandi verður James Blunt serlig gestastjørna.

Í tónleikasendingini X Factor verður tónleikurin hjá bretsku poppstjørnuni James Blunt ein partur av temanum nú fríggjakøldið.

Teir tríggir luttakararnir, ið eru eftir, skulu allir syngja eitt lag hjá James Blunt. Umframt hetta lagið, skulu Laura, Heidi og Martin eisini syngja ein sang, ið teirra dómari hevur valt teimum, fyri at tey skulu koma á mál í kappingini.

 

James Blunt fer sjálvur at framføra lagið ?Carry You Home? av fløguni ?All The Lost Souls?, ið kom út síðsta ár.

Fyrsta útgávan hjá James Blunt, ?Back To Bedlam?, ið kom út í 2005, hevur selt seks ferðir platin í heimlandinum. Millum best umtóktu løgini vóru hittini ?Goodbye My Lover? og ?You?re Beautiful?.