Ungir og royndir tónleikarar mannað tónleikaliðið Jam obSession, sum spælir akustiskan tónleik.
Jam obSession hevur havt framførslur ymsastaðni kring landið, og hesi kvøldini hava sangarar hava upp á skift akustiskar framførslur.
12 tónleikarar eru knýttir at Jam obSession, men allir spæla ikki hvørjaferð. Eitt av endamálunum við bólkinum er fáa ungar tónleikarar og sangarar at framføra, og tað verður gjørt við samstarvinum, har eisini royndir tónleikara spæla við.
Í kvøld fara millum annað Karl Matin Samuelsen, Hans Andrias Jacobsen, Mikkjal Hvannastein, Robert Waagstein, Lindi Gardar og Thorberg Johannesen at spæla.
Tiltakið verður í Spaniastovu í Klaksvík kl. 21.00.










