Jam obSession in the dark

Í kvøld verður eitt serligt og sera hugnaligt live kvøld í Garðinum í Havn.

 

Tónleikaranir í Jam obSession eru eitt nú Karl Martin Samuelsen, Lindi Gardar, Hans Andrias Jacobsen, Kenneth Skoubo Bærendsen, Albin Kristoffur Rasmussen, Birgir Johannesen, Mikkjal Hvannastein, Kristian johannesen og Robers Waagstein fara at “jamma” frá middnátt til kl 04.

 

»In the dark« meinast við, at tað bara verða brúkt kertuljós, so tað talan verður um eitt sera intimt og hugnaligt kvøld.

 

Tað er ókeypis atgongd alt kvøldið og bjóðar barrin góð tilboð.