Jallurin vann tætta kapping

5-mannafør kvinnur: Blái báturin hjá Róðrarfelagnum Knørrur var fremstur í tættari kapping við Junkaran og Blik. Talan var allan kilometra langa teinin og í framvegis fínu róðrarlíkindunum á Vánni í Klaksvík um tætta og harvið spennandi kapping.

Fyrstur á mál var Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Blái báturin var í sera tættari kapping við Junkaran úr Kvívík, sum leingi tóktist vera fremstur, og Blik av Argjum.

 

5 mannafør kvinnur

1 Jallurin 05:24.02

2 Junkarin 05:25.02

3 Blikur 05:26.09

4 Beinta 05:27.07

5 Falkur 05:34.11

6 Teistin 05:43.12

 

1 Jallurin 7

2 Junkarin 6

3 Blikur 5

4 Beinta 4

5 Falkur 3

6 Teistin 2