Dreingirnir í Knørrafelagnum í Havn vunnu á Norðoyastevnu, og dreingirnir í Knørrafelagnum vunnu aftur í dag, tá ið tað varð kappast á Eystanstevnu á Skálafjørðinum.
Drekin fekk besta startin, og Drekin var leingi fremstur, men á seinastu 250 metrunum leið tað betri eftir hjá Jallinum.
Á Norðoyastevnu var Teistin næstfremstur og bara eitt vet aftanfyri Jallin. Í dag var Drekin frammanfyri Teistan.
1 Jallurin 04:58.05
2 Drekin 04:58.19
3 Teistin 05:02.00
4 Erla Kongsdóttir 05:05.14
5 Royndin Fríða 05:05.15
6 Havfrúgvin 05:05.24
7 Firvaldur 05:07.22
Støðan
1 Jallurin 14
2 Teistin 11
3 Drekin 11
4 Havfrúgvin 6
5 Royndin Fríða 6
6 Erla Kongsdóttir 5
7 Firvaldur 3










