Fiskamerkir
Í samband við eitt kunnandi tiltak, sum Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri á Tvøroyri, 15. november, var eisini lutakast um fiskamerkini, sum fiskimenn hava sent stovninum.
436 fiskamerkir vóru við í dráttinum, og tað var Gudmundur Mortensen, reiðari, sum varð kosin at taka tann vinnandi seðilin úr seðlarúgvuni.
Jallur vann
Hepni vinnarin var av Strondum. Hann eitur Jallur Poulsen og siglir við Norðsøka.
Teir fingu tann vinnandi toskin, 2. desember 2004, á Mýlingsgrunninum.
Fiskirannsóknarstovan upplýsir, at toskurin er merktur, 19. oktober 2003, á Mykinesgrunninum.
- Av hesum sæst, at toskurin er farin úr tí øki, har hann upprunaliga er merktur. Hetta er sjáldsamt, sigur Fiskirannsóknarstovan.
Einki vaksin
Líkt er ikki til, at toskurin hevur havt "jóladagar" á Mykinesgrunninum, ei heldur á Mýlingsgrunninum.
- Tað hevur óivað verið svangligt hjá hesum toski, tí hann var ikki vaksin nakað - frá tí, at hann varð merktur, og til hann varð veiddur aftur hálvan ellivta mánaða seinni, sigur Fiskirannsóknarstovan.
Merkti toskurin var nevniliga 65 cm. langur, 19. oktober 2003, og tað var hann eisini, 2. desember 2004.
10.000 krónur
Vinnarin av lutakastinum fær 10.000 krónur, sum er heiðurslønin fyri vinnandi fiskamerkið.
- Vit ynskja Jalli Poulsen tillukku við vinninginum, sigur Fiskirannsóknarstovan á heimasíðu síni.
Kunnandi tiltak
Á kunnandi tiltakinum hjá Fiskirannsóknarstovuni á Tvøroyri vórðu tríggir fyrilestrar hildnir.
Eilif Gaard greiddi frá um æti og fisk, Petur Steingrund um tosk, føði og ávirkan á línufiskiskap, og Kristian Zachariassen greiddi frá um atburð hjá fiski mótvegis fiskireiðskapi.
Tiltakið varð hildið í hølunum hjá Tvøroyrar Klubba.