Jákupi dámar væl siðsøguligar bøkur

- Í løtuni liggur Jarðarferðin eftir Jóanesi Nielsen á náttborðinum, sigur Jákup Símun Simonsen.

 

- Tað er eisini hugaligt at lesa bøkur aftur, sum ein áður hevur lisið, sigur Jákup Símun Simonsen.

Lesur tú føroyskar bøkur? 

- Ja, mær dámar væl at lesa føroyskar bøkur.

Tað sigur Jákup Símun Simonsen í Hoyvík.

Hvørjar bøkur lesur tú? 

- Mær dámar væl at lesa siðsøguligar bøkur. Tað er eisini hugaligt at lesa bøkur aftur, sum ein áður hevur lisið.  

Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú? 

- Í løtuni er tað Jarðarferðin eftir Jóanesi Nielsen. 

Ynskir tú tær bøkur í jólagávu? 

- Ein bók er altíð ein góð jólagáva, sigur Jákup Símun Simonsen.

 

- Tað er eisini hugaligt at lesa bøkur aftur, sum ein áður hevur lisið, sigur Jákup Símun Simonsen.