Jákup Veyhe fer at tosa um film á Rás2

Jákup Veyhe fer at tosa um film á Rás2 seinnapartin í dag.

Í beinleiðis sendingini á Rás2 kl 16:05, har vertirnir Eyðfinn Drewsen og Petur Mohr Reinert práta um film og ymiskt sum hevur við film at gera, verður Jákup Veyhe gestur.

Lurtararnir hava høvið at vinna tvær ferðir tvey atgongumerki til Steven Spielberg-filmin Bridge of Spies við Tom Hanks, sum verður frumsýndur í Havnar Bio í morgin 26.11.

Rás2 hoyrist á 98,7 MHz, 95,9 MHz, 88,7 MHz og á www.ras2.fo