Jákup á Borg tekur í minsta lagi eitt ár afturat á vøllinum. Sáttmálin er longdur, og Jákup verður eisini spælandi hjálparvenjari í 2015
Við átta málum í teimum 21 dystunum, sum hann hevur spælt higar til í ár, hevur Jákup á Borg væl og virðiliga prógvað, at enn eru knotur í hansara fótbóltsbeinum.
Í heyst fer navnabrævið um tey 35, men tað forðar ikki Jákupi, sum nú hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við B36, skrivar heimsíðan hjá felagnum.
Við 364 dystum í fremstu føroysku deildini telist Jákup millum teir heilt royndu spælararnar í føroyskum fótbólti. Hann hevur skotið 145 mál í hesum dystum, og tað eru bara tvey færri enn John Petersen, sum er tann føroyski spælarin, sum hevur skotið flest mál í fremstu føroysku deildini yvirhøvur. So vónin hjá Jákupi er ivaleyst, at hann kann taka hetta metið, og fyri okkara viðkomandi kunnu vit bara siga, at hann gjarna kann taka metið longu í ár, har tað framvegis eru tveir dystir eftir at spæla.
B36 kann um vikuskiftið vinna FM heitið fyri tíggjundu ferð, um teir vinna á B68 á Toftum. Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 15. Rás2 byrjar at senda klokkan 14.