Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri

Havstovan skrivar at Jákup Sverri hevur verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út. Á fortoyingini er ein hitamátari. Endamálið er at fáa dagligar hitamátingar í eitt longri tíðarskeið á grunna partinum av Bankanum.

 

Fortoyingin er løgd út á knattstøðu 61°03.053’N 008°29.233’W á 110 metra dýpi og sæst á bæði https://fishin.fo/ og https://www.fishfacts.fo/. Fortoyingini er umleið 2 metrar høg – sí mynd.

 

Sostatt er fortoyingin ikki til vanda fyri vanliga skipaferðslu; men heitt verður á skip og bátar, sum fiska á Bankanum, um ikki at fiska ov nær við fortoyingina.

 

Endamálið við hydrografitúrum annars er at máta hita og saltinnihald í sjónum, umframt at máta eitt nú tøðevni og kanna djóraæti. Mátað verður eftir standardskurðum fyri at fylgja við í broytingum í føroyskum sjógvi.

 

Umframt fortoyingina á Bankanum varð eisini ein minni boya løgd út í Bankarennuna á umleið 800 metra dýpi. Hetta er ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), ið er eitt slag av ekkóloddi, ið stendur á botni og mátar. Við hesum tóli ber til at rokna, á hvørjum dýpi markið millum heitan og kaldan sjógv er, og hvussu tað broytist. Hesar mátingar eru partur av verkætlanini ObsSea4Clim, sum Havstovan er partur í.

 

##med2##