Jákup Sverri á yngul- og ætikanningum í juni

Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka.

Tað skrivar Havstovan. 

 

Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er tað mesta á Landgrunninum síðan 2017, men tó undir miðal. Av hýsuyngli var eisini meira til enn síðstu árini, og var nøgdin munandi yvir miðal. Støddin á ynglinum var tó undir miðal.

 

Á Føroyabanka var nøgdin av toskayngli undir miðal, meðan hýsuyngulin væl oman fyri miðal. Nøgdin av nebbasildayngli var undir miðal. Støddin á ynglinum var undir miðal fyri tosk og nebbasild, men yvir miðal fyri hýsu.

 

Samlaði gróðurin á Landgrunninum higartil í ár var nakað yvir miðal. Frá øðrum kanningum vita vit, at gróðurin kom heldur seint í vár, men í mai vaks hann heilt nógv. Um mánaðarskiftið mai-juni minkaði hann nógv og batnaði síðan aftur. Gróðurin av plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Líkt er til, at serliga føðiviðurskiftini í mai mánaði hava stóran týdning fyri yvirlivilsi hjá fiskayngli.

 

Túrfrágreiðing við grafum og myndum sæst her.