Jákup Simonsen í Havn sjeyti ár í dag

Í dag fyllir Jákup Simonsen, sum hevur starvast sum mentanarleiðari hjá Tórshavnar kommunu, sjeyti ár.

 

Jákup er fuglfirðingur, sonur Marthu og Sigurð Simonsen í Fuglafirði.

Jákup hevur arbeitt fyri Tórshavnar kommunu í 36 ár, fram til 2014 sum mentanarleiðari, og eftir tað hjá býarstjórnini. 

Áðrenn tað var hann lærari í Norðradali eftir lokna læraraútbúgving. Fyri ta tíð hevði hann tikið HF-útbúgving, men upprunaliga var hann handverkari við elektrikara-útbúgving. Hann lærdi hjá Poul Jákup Hansen í Fuglafirði. Sum blaðungur var hann til sjós.

Jákup er yngstur av níggju systkjum. Hann spældi við ÍF sum verjuleikari, til hann fekk trupulleikar við rygginum. Eftir tað skifti hann og bleiv fótbóltsdómari í bestu deildini.

##med2##

 

Hann var í fleiri ár liðleiðari hjá A-landsliðnum seinastu árini undan altjóða limaskapinum í UEFA og FIFA í 1988. Hann var við tiltikna dagin í Landskrona í 1990, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki. Hann var partur av nevndini í FSF, ið saman við Torleifi Sigurðsson o.ø. góðum kreftum fekk Føroyar upp í altjóða limaskap í FIFA og UEFA.

 

Fyrrverandi mentanarleiðarin í Tórshavn, ÍF-verjuleikarin, dómarin, FSF-nevndarlimurin og ikki minst Landskrona-liðleiðarin, Jákup S. Simonsen fyllir 70 ár í dag. Her sæst hann á ovara vølli í Gundadali saman við legendariska LÍF-aranum, Martin Nugent.