Jákup rósar Tórshavnar kommunu

- Vit fegnast um, at kommunan ansar eftir heilsuni hjá borgarunum, sigur Krabbameinsfelagið.

Tað er fallið í góða jørð hjá Krabbameinsfelagnum, at mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt av, at solariumsólirnar hjá kommununi verða tiknar niður komandi ársskifti.

 

- Vit fegnast um, at kommunan ansar eftir heilsuni hjá sínum borgarum. Vit halda tað vera ábyrgdarleyst, at kommunur bjóða borgarum krabbaelvandi umhvørvi, tá tær samstundis skulu gjalda fyri sjúku og leking hjá borgarum.

 

Tað sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, sum vísir á, at tað er vísindaliga skjalprógvað, at solariumsól sjálvt í ógvuliga avmarkaðari nøgd er helisuskaðilig og kann hava við sær lívshættisligan móðurmerkjakrabba.

 

- Vit vilja tí rósa Tórshavnar kommunu fyri hetta stig, sigur formaðurin á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum í dag.