Jákup og Bagge vitja 10´aran á FM1

10´arin verður beinleiðis á FM1, fyrrapartin millum klokkan 10 og klokkan 12

Millum klokkan 10 og 12 í morgin reika Petur Zachariassen og Petur Jákup Heinesen aftur fyri beinleiðis ítróttarsendingini á FM1, ið nevnist "10´arin".

 

Gestir millum klokkan 10 og 11 vera Michael Feldballe frá bogaskjótifelagnum, Tambar og Helgi Winther Olsen.

 

Klokkan 11.10 vitja Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B68 og Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjari hjá NSÍ, umframt Jónas Stenberg, hjálparvenjari hjá AB.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo