Jákup nýggjur næstformaður

Nevndin í Føroya Lærarafelag er umskipað aftaná, at Jónleif Johannesen varð valdur á ting.

Tá nývaldi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum Jónleif Johannesen, ið síðstu viku tók sæti á tingi, avgjørdi hann at leggja frá sær allar sessir í øðrum nevdum og áhugafeløgum, harímillum eisini næstformanssessin í Føroya Lærarafelag.


Nú hevur nevndin í Føroya Lærarafelag so havt fund, har Jákup av Skarði er valdur til nýggjan næstformann. Jacob Eli S. Olsen er nýggjur nevndarlimur.


Nevndin er sostatt: Herálvur Jacobsen er formaður, Jákup av Skarði er næstformaður, Maria V. Hansen er kassameistari, Andrea á Rípuni er skrivari, og Jacob Eli S. Olsen er nevndarlimur.