Jákup Martin vitjar í Fótbóltspanelinum

FM1: Tað verður venjarin hjá EB/Streymi, sum vitjar hesa ferð

Í Fótbóltspanelinum, sum er á FM1 hvønn fríggjadag klokkan 16, verður venjarin hjá EB/Streymi gestur. Jákup Martin Joensen tók lopið til Betri deildina í 2019, og har er hann enn.

 

Fyrstu árini gekk tað mest út upp á, at yvirliva í Betri deildini og broyta hugburðin til venjing. Nú skriva vit 2022 og tað hevur verið ein ávís tilgongd spurningurin er so hvussu langt røkkur EB/Streymur í 2022? Tað spyrja vit Jákup Martin Joensen um.

 

Av tí at tað eru finalur í flogbóltinum, so verður flogbóltsradio frá klokkan 15. So hevur tú áhuga fyri ítrótti, so er bara at tendrað fyri FM1 í dag. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til gestirnar í sendingini, kunnu tit senda teir á 559999.