Kappingarendin nærkast og fleiri sáttmálar fyri komandi ár verða gjørdir í løtuni. Eitt nú hevur Jann Benjaminsen longt sín sáttmála við B36, so hann eisini er galdandi fyri komandi kappingarár.
Undan vikuskiftinum boðaði Víkingur frá, at Jákup Johansen hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Hann skoraði eisini eitt av málunum í 8-0 sigrinum á EB/Streymi.
- Vit eru líka glað sum Jákup er á myndini, fyri at hann hevur longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum. 30 ára gamli strandingurin, sum er búsitandi í Fuglafirði, hevur longu verið ljósabláur í fýra ár. Vit fegnast sjálvsagt um, at hart arbeiðandi vongurin verður ljósabláur í tvey ár afturat, skrivar Víkingur.
##med2##
Við 13 sigrum upp í slag, er Víkingur bara ein sigur frá at tryggja sær silvurheiðursmerkini.
# | Lið | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 26 | 21 | 4 | 1 | 65 | 17 | 48 | 67 | |
2 | Víkingur | 26 | 18 | 3 | 5 | 74 | 22 | 52 | 57 | |
3 | B36 | 26 | 18 | 3 | 5 | 52 | 24 | 28 | 57 | |
4 | HB | 26 | 17 | 4 | 5 | 67 | 23 | 44 | 55 | |
5 | 07 Vestur | 26 | 11 | 4 | 11 | 41 | 41 | 0 | 37 | |
6 | EB/S | 26 | 7 | 4 | 15 | 25 | 52 | -27 | 25 | |
7 | B68 | 26 | 4 | 10 | 12 | 29 | 48 | -19 | 22 | |
8 | ÍF | 26 | 6 | 1 | 19 | 23 | 67 | -44 | 19 | |
9 | TB | 26 | 4 | 4 | 18 | 15 | 60 | -45 | 16 | |
10 | AB | 26 | 4 | 3 | 19 | 24 | 61 | -37 | 15 |