Í morgin fara Håkan Ericson og hansara menn undir fyrireikingarnar til teir báðar vinardystirnar, sum standa fyri framman. Fyrri dysturin verður fríggjakvøldið ímóti Íslandi, og seinni dysturin verður annað mánakvøld ímóti Liktinstein.
Hetta er fyrsta ferðin í 17 ár, at Føroyar spæla vinardyst í Føroyum. 18. august 2004 vunnu Føroyar 3-2 á Svangaskarði ímóti Malta. Síðani tá hevur eingin vinardystur verið í Føroyum.
Síðsta týsdag vórðu 23 spælarar boðsendir at vera við í fyrireikingunum til teir báðar dystirnar. Tá varð sagt, at tað kundi vera, at onkur spælari aftrat fór at verða boðsendur.
Nú eru boð send eftir Jákupi Johansen hjá Víkingi. Harvið eru fýra víkingar í landsliðshópinum. Hinir eru Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen. Onkrar aðrar broytingar eru, men tað er merkisvert, at Jákup Johansen ongantíð áður hevur verið á landsliðnum.
Jákup Johansen skoraði tvey mál, tá ið Víkingur í dag við 3-2 sigri á útivølli ímóti ÍF spældi seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Hann var eyðsýndur í Fuglafirði í dag, og hann hevur verið millum eyðsýndastu spælararnar hjá Víkingi higartil í ár.
Merkisvert er tað, at 28 ára gamli Jákup Johansen, sum í fjør flutti av Skála og til Víking, ongantíð áður hevur verið á landsliðum – A, U-21 ella U-19.










