Jákup hevur brotið beinið

ÍF málverjin verður neyvan at síggja aftur á vøllinum í ár

Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at Jákup Mikkelsen verður at síggja í ÍF málinum tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum. Hann hevur brotið beinið niðanfyri knæið, og tá ið tað bara er ein mánaður eftir av kappingarárinum verður tað neyvan Jákup, sum fer at verja málið hjá fuglfirðingum, sum skulu royna at verja silvurkrónurnar og kanska slota eftir gullinum.

Jákup Mikkelsen noyddist av vøllinum, tá ið tað sunnudagin restaðu fimm minuttir av heimadystinum ímóti 07Vestur.

-Camara og eg brustu saman í nærdysti, men tað kendist ikki so álvarsligt. Vit stuðlaðu hvørjum øðrum upp aftur á beinini, og eg helt fram við at spæla. Eina lítla løtu seinni kendist tað sum um, at knæið læstist, tá ið eg eftir afturlegging skuldi sparka bóltin, og tað var ikki hugsningur um at halda fram at spæla, sigur Jákup Mikkelsen, og hann heldur fram.

-Eg havi verið á sjúkrahúsinum her í Klaksvík, og har halda teir, at talan er um lítið brot niðanfyri knæið. Hósdagin skal eg í skannaran á Landssjúkrahúsinum, og tá rokni eg við at fáa nærri boð um, um tað er nóg mikið at binda frið, ella um talan verður um skurðviðgerð, sigur 43 ára gamli Jákup Mikkelsen, sum aftur í ár hevur verið sannur brandur í ÍF málinum.