Jákup heldur fram sum víkingur

Víkingur boðar í kvøld frá, at Jákup Johansen verður í ljósabláum fram til og við 2023

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jákup Johansen Mynd: Víkingur

Hann hevur ongantíð staðið seg betur, enn hann hevur gjørt í ár. Talan er um 28 ára gamla Jákup Johansen hjá Víkingi, sum fyri stuttum fyri fyrstu ferð nakrantíð fekk landsliðsboð.

 

Í kvøld boðar Víkingur frá, at felagið og Jákup Johansen hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Jákup fer at spæla í Sarpugerði í tvey ár aftrat. Nýggi sáttmálin er galdandi fram til kappingarlok í 2023.

 

Jákup Johansen er strandingur, og fram til og við 2019 umboðaði hann barndómsfelagið Skála Ítróttarfelag.

 

Undan 2020 kappingarárinum flutti hann til Víking, har hann sum framrættaður síðuspælari hevur ment seg at vera ein av lyklaspælarunum. Sambært faroesoccer.com hevur hann higartil í ár í landskappingini spælt 13 dystir og skorað fimm mál.

 

Samantalt hevur hann spælt 163 dystir og skorað 32 mál í bestu deildini. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann skorað 10 mál í 22 dystum, og hann hevur spælt tveir dystir í Europa League.

 

Næsti dysturin hjá Jákupi Johansen og Víkingi verður týsdagin 27. juli, tá ið Víkingur fær vitjan av grannunum í NSÍ.

 

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jákup Johansen Mynd: Víkingur