Jákup: Feilur at spæla dystin

Tað sigur Jákup á Borg, sum letur illa at avgerðini at spæla dystin í gjár á “glervøllinum” á Tórsvølli

Liðskiparin hjá B36, Jákup á Borg, er argur um mistu stigini í gjár móti EB/Streymi. Hann heldur ikki, at hetta boðar frá ringum fyri 2015. Hann heldur hinvegin, at umstøðurnar gjørdu tað óvanliga torført at spæla seg til møguleikar móti einum verjukendum EB/Streyma liði.

 

Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

Jákup á Borg ásannar, at reyða kortið hjá Lukasz Cieslewicz eftir dómarabókini kundi gevast, men heldur ikki talan er um nakað stórt brot. Jákup tosar eisini um brotssparkið, sum B36 vildi hava í seinna hálvleiki.

 

 

Les eisini: Samandráttur B36-EB/Streymur 1-1 (Kykmyndir)

 

B36-EB/Streymur 1-1 (0-1)

Dómari: Rúni Gaardbo

0-1: Leif Niclasen 18.

1-1: Ibrahim Camara 62.

 

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Jónas Tór Næs - Jákup á Borg, Róaldur Jakobsen, Andrias Eriksen, Hans Pauli Samuelsen - Lukasz Cieslewicz, Ibrahima Camara (Hanus Thorleifsson, 82.)

Gult kort: Andrias Eriksen

Reytt kort: Lukasz Cieslewicz (beinleiðis reytt) 63.

 

EB/Steymur: Jákup Højgaard - Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógi E. Nielsen, Jóhannes Hansen - Rasmus Dan Sørensen (Hanus Olsen, 85.), Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen, Brian Olsen (Tonny Kruse, 82.) - Leif Niclasen, Jens Michael Jensen (Rói H. Olsen, 74.)

Gult kort: Arnar Dam, Rói H. Olsen, Jákup Højgaard

 

2. umfar

Leygardagin 7. mars

NSÍ-EB/Streymur

Sunnudagin 8. mars

ÍF-HB

B36-Víkingur

AB-TB

KÍ-FC Suðuroy