Jákup B. Andreasen skoraði í dag sítt fyrsta mál fyri KÍ í bestu deildini. Talan var um fyrsta dysti hjá 16 ára gamla Jákupi B. Andreasen frá byrjan. KÍ vann dystin móti FC Suðuroy 3-0.
Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Jákup B. Andreasen er úr kendari KÍ familju. Hann er sonur Jan Andreasen, sum í nógv ár spældi á besta liðnum hjá KÍ, til hann í 2009 takkaði fyri seg. Jan kann av álvara verða stoltur av Jákupi, tí málið var ein sonn perla.
Les eisini: Kykmyndir: KÍ - FC Suðuroy 3-0
Við støðuni 1-0 í seinna hálvleiki fekk Jákup bóltin nakað uttanfyri britsteigin. Hann smekkaði til og bóltin fór upp í málhornið til 2-0.