Føroyska liðið er mannað til venjingardystin í fótbólti ímóti Íslandi á Tórsvølli í kvøld.
Mest óvæntaða úttøkan til byrjanaruppstillingina er Jákup B. Andreassen úr KÍ, sum í fyrsta umfari ikki var úttikin til hópin, men kom við upp á avboð. Hann skal spæla á verjukenda miðvallarplássinum í kvøld.
Annars er er liðið mannað við spælarum, sum hava fingið stórt álit frá landsliðsvenjaranum Håkan Ericsson.
Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Jákup B. Andreassen, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson