In.fo tók nakrar kykmyndir uppi á Hotel Føroyum, tá ferðalagið við kendu týsku fótbóltsstjørnunum steðgaði við høvuðsdyrnar.
Ein bussur, tríggir minibussar og tveir privatbilar eru til taks hjá týsku fótbóltsspælarunum, og hjá umboðunum hjá tí týska fótbóltssambandinum.
Jákup á Borg, fyrrverandi føroyskur landsliðsspælari er millum teir føroysku sjaførarnir, sum skulu syrgja fyri, at almenn umboð fyri tað týska fótbóltssambandið koma trygt fram. Jákup heldur, at tað er hugaligt, at fleiri av týskarunum mintust, at hann spældi við ímóti Týsklandi í Hannover í 2002.
Á hesari leinkjuni sæst og hoyrist ein kykmyndarsamrøða við Jákup á Borg: http://www.youtube.com/watch?v=O6Emw27p3MU&feature=youtu.be
Og á hesari leinkjuni sæst á einari kykmynd, hvussu tað sá út, tá týska ferðalagið kom til Hotel Føroyar: http://www.youtube.com/watch?v=T4FG8Y4MMSI&feature=youtu.be