Jákup N. Olsen, er valdur til formann í nýstovnaða Sjúkrakassagrunninum.
Grunnurin hevði sín fyrsta fund í gjár, har hann skipaði seg við Jákupi N. Olsen sum formanni og Sonju Jógvansdóttir sum næstformanni.
Endamálið við grunninum er at gera leiðreglur fyri, hvat peningurin í grunninum kann brúkast til.
Peningurin í grunninum er alt fæið, Sjúkrakassarnir áttu, men tá ið teir vórðu avtiknir, varð semja um, at fæðið, sum er einar 25 milliónir, skal setast í ein Sjúkrakassagrunn.
Granskingargrunnurin skal umsita grunnin, men nú skal nevndin fyri Sjúkrakassagrunnurin gera leiðreglur fyri, hvørji endamál, stuðul úr grunninum kann latast til.
Yvirskipað er endamálið at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.
Í hesum sambandi kann talan vera um gransking av ymsum slagi.
Tær leiðreglurnar skulu vera lidnar fyri 1. apríl næsta ár og tá skal Granskingargrunnurin yvirtaka Sjúkrakassagrunnin at umsita.
Limirnir í Sjúkrakassagrunninum eru:
Rasmus Patursson og Jórun Gaardbo Olsen fyri sjúkrakassarnar, Gunvør Sigurðsson fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, Sonja J. Jógvansdóttir fyri fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum, Ingrid S. Henriksen fyri Landsfelag Pensjónista, Ása Olsen fyri Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Jákup N. Olsen fyri Sjúklingaráðið og Guðrið Andorsdóttir fyri Heilsumálaráðið.