Tað eru góð tíðindi at frætta hjá teimum í Skálaleguni.
Enn er ikki kunngjørt, hvør nýggi venjarin verður. Men tað er greitt, at talan er um danskan venjara, sum er 48 ára gamal. Og tað er greitt, at Erland Tvørfoss verður undir liðini á danska venjaranum, sum av góðum grundum ikki kennir so nógv til føroyskan fótbólt.
Í kvøld skrivar Skála Ítróttarfelag soleiðis:
Jákup vendir heim aftur, og veteranarnir taka eitt ár afturat
Góð tíðindi hjá Skálafjepparum at byrja nýggja árið við, tí Jákup Jakobsen vendir heimaftur eftir tvey ár í ”útlegd” (hann hevur spælt við NSÍ).
Skála ÍF og Jákup hava skrivað undir sáttmála fyri kappingarárið 2022, og sostatt er miðverjuskansin klárur aftur í orange leikaratroyggjuni.
Burtursæð frá teimum tveimum árunum í gulu troyggjuni, hevur Jákup spælt við Skála alt sítt virkna fótbóltslív. Vit fegnast og bjóða Jákupi væl afturkomnum.
Umframt Jákup, so hava Pætur Dam Jacobsen og Teitur Reinert Joensen eisini váttað, at teir eru tøkir til komandi kappingarár. Harvið leggur Teitur enn eitt kappingarár afturat metinum sum hann deilir við Sølva Vatnhamar í Víkingi. Hetta er 19. kappingarárið hjá Teitur á besta mansliðnum hjá Skála. Og fyri Pætur er hetta talan um trettanda kappingarár fyri Skála ÍF. Vit eru eyðmjúk og fegin um at veteranarnir taka ein eitt tak saman við felagnum, skrivar Skála Ítróttarfelag.
29 ára gamli Jákup Jakobsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 162 landskappingardystir í bestu deildini.
39 ára gamli Pætur Dam Jacobsen hevur spælt 362 landskappingardystir í bestu deildini.
35 ára gamli Teitur Reinert Joensen hevur spælt 150 landskappingardystir í bestu deildini.