Jákup av Skarði SSP-ráðgevi

SSP-samstarvið hevur sett Jákup av Skarði í farloyvisstarv sum SSP-ráðgevi08.08.2023.

Miðskeiðis í august tekur Jákup av Skarði við sum SSP-ráðgevi.

 

Hann er útbúgvin lærari og hevur m.a. tikið útbúgving sum KT-vørður og diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Jákup hevur 26 ára royndir sum lærari, KT-vørður og royndir á Landsmiðstøðini (nú Nám).

 

Seinastu 15 árini hevur Jákup verið fyrstilærari í Nólsoyar skúla og hevur eisini havt SSP- tiltøk um hendi, skrivar skulabladid.fo.