Tað var í fjør, tá ið landskappingin var liðug, og B36 fyrireikaði seg at fara undir sluttspurtin í steypakappingini, at tíðindini bórust um, at Jákup á Borg var givin sum venjari í B36.
Í summar hevur ljóðað, at Jákup hevur fingið fleiri áheitanir um at vera venjari, og at hann hevur borið seg undan. Eitt nú varð fyri stuttum heitt á hann um at taka við sum venjari hjá NSÍ.
Nú fer Jákup á Borg av nýggjum undir at vera venjari. Tá ið EB/Streymur vandi í kvøld, vórðu spælararnir kunnaðir um, at Jákup á Borg nú fer at hjálpa til í felagnum. Jákup Martin Joensen verður framvegis høvuðsvenjari, og Jákup á Borg verður hjálparvenjari saman við Arnari Dam og Arnbjørn Hansen. Tað eru álítandi tíðindi frá vælvitandi keldum í umhvørvinum í EB/Streymi.
Sunnudagin tapti EB/Streymur 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. EB/Streymur er á áttanda plássi við 15 stigum. Tað eru tvey stig fram til 07 Vestur, og tað eru trý stig aftur til ÍF, sum er nummar níggju og harvið undir niðurflytingarstrikuni.
Næsti dystur hjá EB/Streymi verður sunnudagin á útivølli ímóti NSÍ. NSÍ hevur fyrr í ár vunnið 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og tá ið NSÍ var gestur í Hólmanum á Eiði, vann EB/Streymur 2-1.