Mikudagin lat flytingarvindeygað aftur. Fleiri flytingar hava verið í summar. Í botninum er niðurfltingarstríðið harðna og fleiri skiftingar hava verið, men í B68 gekk hurðin bara eina ferð. Tað er ikki av vantandi møguleiknum, men heldur in tilviltað avgerð, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B68, tá In.fo spurndi hann um vantandi flytingarnar.
- Tað er rætt, at vit liggja undir niðurflytingarstrikuni og kappingarneytarnir hava styrkt seg. Eg havi eisini havt møguleikan at heinta spælarar, men eg havi fult álit á hópinum hjá B68 í løtuni. Tí vildi eg ikki bara taka spælarar inn, fyri at taka spælarar inn, sigur Jákup á Borg og leggur afturat:
- Vit fingu Hugin Samuelsen inn, men hann hevur verið nakað darvaður av skaðum og skal koma í gongd aftur. Um vit funnu rætta spælarar, so fekk eg møguleikan at heita nýggjar spælarar inn, men gongdin hjá okkum hevur verið góð og mær dámar væl samansetingina í hópinum, sigur venjarin hjá B68.
Hann vísur á, at talan er um ein ungan hóp, sum hevur stórar møguleikar at mennast. B68 hevur fleiri spælarar, sum hava aldur til U21-landsliðið, meðan aðrir ikki hava nógvar royndir í Betri deildini.
- Eg haldi at kvaliteturin í hópinum er góður, og serliga haldi eg tað er feitt at hugburðurin hjá spælarunum er so góður. Tað vigar nógv hjá mær, leggur Jákup á Borg afturat.
B68 er í løtuni nummar 9. Liðið er í kapping við Skála, sum hevur heintað Uros Stojanov. NSÍ, sum hevur heintað fleiri spælarar og fingið nýggjan venjara í Sámal Eriki Hentze. 07 Vestur, sum hevur fingið inn fyri tað, sum er farið út. Og so er tað AB, har hurðin gongur títt í løtuni.
##med2##
1 | KÍ | 15 | 14 | 1 | 0 | 43 | 4 | 39 | 43 | |
2 | Víkingur | 15 | 12 | 1 | 2 | 46 | 13 | 33 | 37 | |
3 | HB | 15 | 8 | 4 | 3 | 28 | 18 | 10 | 28 | |
4 | B36 | 15 | 7 | 1 | 7 | 26 | 14 | 12 | 22 | |
5 | EB/S | 15 | 6 | 2 | 7 | 21 | 30 | -9 | 20 | |
6 | AB | 15 | 5 | 1 | 9 | 23 | 43 | -20 | 16 | |
7 | 07 Vestur | 15 | 4 | 3 | 8 | 19 | 36 | -17 | 15 | |
8 | NSÍ | 15 | 5 | 0 | 10 | 21 | 39 | -18 | 15 | |
9 | B68 | 15 | 3 | 2 | 10 | 13 | 33 | -20 | 11 | |
10 | SKÁLA | 15 | 1 | 5 | 9 | 17 | 27 | -10 | 8 |