Hondbóltur
H71 hevur til komandi kappingarár tryggjað sær undirskriftina hjá Jakob Jónsson, sum nú á áttanda ári fer at spæla hondbólt í Føroyum.
Sjálvur váttar Jakob tíðindini. Og hóast hann hevur verið sera fegin um tey íalt fimm árini, sum hann hevur spælt í grøna búnanum, so heldur hann samstundis at nú er tíð hjá honum at royna seg aðrastaðni.
- Eg hevði upprunaliga ætla mær at steðga eftir næstseinasta kappingarári. Men hetta árið gjørdist eitt sindur rokmikið, og millum annað kom eitt venjaraskifti miðskeiðis í kappingarárinum. Tað er eingin loyna, at eg var ein partur av spælarunum, sum ynsktu venjaraskiftið, og tí helt eg ikki, at eg bara kundi stinga í sekkin, tá kappingarárið var av. Tað vildi ikki verið rættvíst móti hvørki leikarunum ella teimum venjarum, sum tá tóku við.
- Nú haldi eg tó, at tíðin er búgvin. Har eru fleiri ungir spælarar í Kyndli, sum royna at troka seg framat besta liðnum, og eg haldi ikki, at eg skal verða ein forðing fyri hesum, sigur Jakob, og leggur afturat, at skiftið er gjørt í besta forstáilsi við bæði spælarar og leiðarar í felagnum.
Tekur eitt ár ísenn
Um komandi avbjóðingarnar í H71 sigur Jakob, at hetta avgjørt er nakað, sum hann gleðir seg til.
- Her er eisini talan um nógvar ungar leikarar, sum hava góð evni at spæla hondbólt. Og sjálvur haldi eg, at mín leiklutur í hesum kann verða ein hjálp hjá teimum.
Talan er um eitt-ára sáttmála, sum Jakob hevur gjørt við hoyvíkingar. Og sum 40 ára gamal heldur Jakob, at tað helst er best, um talan ikki gerst um ov langar sáttmálar.
- Ja, næstu ferð fer tað kanska bara at verða fyri hálvt ár í senn, flennir hann.
Men tá tú ert farin um 40. Fer man tá ikki at umhugsa, um tað ikki er tíð at gevast?
- Tað er sjálvandi nakað, sum eg havi hugsað um. Og fleiri ferðir havi eg eisini ætla mær at gevast, uttan at tað tó er blivið veruleiki. Tá eg føli, at hinir fara at renna meg av, tá er nokk tíð at gevast. Men ta kensluna havi eg so ikki havt enn, staðfestir hondbóltssnillingurin at enda.