Jakob skal venja strandingar

Veteranurin ætlar sær í vetur at royna seg sum venjara burturav. Við sær til StÍF hevur hann eisini Finn Hansson

Hondbóltur

Hóast hann fleiri ferðir áður hevur luftað tankanum um at gevast við aktivu hondbóltstilveruni, so tykist tað hesa ferð vera álvari í orðunum hjá Jakob Jónsson.
 Tað er so ikki ætlanin, at eg skal spæla nakað sjálvur. Leiðslan hjá StÍF hevur tó givið mær fríar teymar til at gera av, hvussu verður við hesum partinum, men eg haldi, at málið fyrst og fremst má vera at menna mongu ungu spælararnar á liðnum. Og tað er ein uppgáva, sum eg gleði meg til, staðfestir Jakob.

Tekniskur hondbóltur
Síðani hann kom til Føroya fyri á leið 8 átta árum síðani, hevur Jakob støðugt verið roknaðust millum fremstu spælararnar í landinum. Tekniskt hevur hann alla tíð skarað framúr, og tað man vera lítil ivi um, at hansara hondbóltsfatan verður sett ovarliga, nú hann skal venja StÍF.
Í so máta kundi hann valla valt sær eitt betri lið at vant.
 Sjálvandi havi eg eisini hugsað um tann partin. StÍF hevur í fleiri ár havt eitt lið, sum spælir kvikan og tekniskan hondbólt, og tað talar avgjørt til mína hondbóltsfatan. Og í so máta passar Finnur Hansson eisini væl inn í myndina.
Finnur hevur hetta seinasta árið spælt hondbólt í Íslandi, men familjan treivst ikki nóg væl, og tí varð longu fyri nøkrum mánaðum síðani gjørt av, at hann skuldi aftur til Føroya. Men tað er ikki fyrr enn nú, at navn er sett á nýggja felagið.

Bíðar við reypinum
Aðra staðni á síðuni sæst, at formaðurin í StÍF hevur góðar vónir til nýggja kappingarárið, men enn fæst nýggi venjarin ikki at siga nakað um, hvar hann ætlar sær at liggja.
 Eg plagi sjáldan at reypa, fyrr enn eg standi við heiðursmerkjunum, so eg fari ikki at seta nakra ávísa plasering sum mál. Sjálvandi vilja bæði eg og spælararnir altíð royna okkara ítarsta, men hvussu langt tað røkkur, mugu vit so finna út av á vegnum, heldur Jakob Jónsson.