Jakob Jónsson verður nýggjur venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Jakob var í júst lidna kappingarárið spælandi venjari hjá StÍF, har hann var við til at vinna gull í steypakappingini. Hetta er tó fyrstu ferð, at hann skal royna seg sum venjara á kvinnusíðuni. Við hesum hevur Neistin tveir av veruligu veteranunum í føroyskum hondbólti á benkrunum til bestu liðini. Ingi Olsen er nevnliga nýsettur venjari hjá mansliðnum í felagnum.