Jakob Jónsson ger come-back

Fyri stuttum var greitt, at Jacob Larsen nú verður aftur at síggja í Neista-málinum, og nú er so greitt, at ein annar Jakob eisini fer at gera um seg hjá Neistanum.

Hóast 42 ára gamal, so telist Jakob Jónsson enn millum fremstu hondbóltssnillingarnar í Føroyum. Í vetur hevur hann virkað sum venjari hjá Neista-kvinnunum, samstundis sum hann hevur hugnað sær á 2. deildarliðnum hjá Kyndli, men nú setir hann ferðina upp í so máta.

- Ingi Olsen spurdi meg, um eg ikki hevði hug at taka eitt tørn afturat. Og tað hevði eg. Sum kappingin er skipað, so ber eisini til hjá mær at vera venjari hjá kvinnunum, samstundis sum eg spæli við monnunum. Og tað ætli mær so at gera í seks og vónandi átta dystir, sigur Jakob Jónsson við Sosialin í dag.