Greiða oddaliðið í Atlantic Airways kappingini, KÍF vísti enn einaferð klassan í dag við einum tryggum heimasigri 29-21 ímóti StÍF.
Venjarin hjá KÍF, Jakob Jónsson fegnaðist um, at spælararnir hjá honum vóru klárir, aftaná fyrsta steypasigur felagsins farna leygardag.
Málverjin hjá StÍF, Levi Nybo helt ikki, at tað var nøkur ólukka at tapa ímóti KÌF í Kollafirði. StÍF hevur nógvar heimadystir á skránni komandi leikumførini, so Levi sær enn møguleikan fyri, at StÌF kann røkka tí seinna FM-finalu plássinum.
Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Jakob Jónsson og Levi Nybo undir greinini.