Munurin á liðnum kom av álvara til sjóndar í løtum í seinna hálvleiki. Munurin í hálvleikinum var bara tvey mál, men eftir steðgin kom nógv meiri ferð á KÍF álopið, meðan orkan fór undan hjá Neistanum. Tá samanumkom endaði tað við einum greiðum 31-23 sigri.
Tað er tó greitt á venjaranum báðum, at talan er um tvey feløg í ymiskum støðum. KÍF skumpaði alla mótstøðu til viks í undanspælinum í fjør, men tapti í FM finaluni fyri H71. Neistin hevur í eina tíð verið ein maktfaktorur í føroyskum hondbólti, men í ár er alt fólki nýtt.
Bara tjúgu góðir minuttir
Venjarin hjá KÍF, Jakob Jónsson, var hóast greiða sigurin ikki nøgdur við samlaða avrikið.
«Vit spæla gott í tjúgu minuttir í seinna hálvleiki. Vit lukka dystin fyrsta korterið í seinna hálvleiki, men vit skuldu havt lukkað hann í fyrra hálvleiki. So vit eru langt frá at spæla eins sannførandi og í fjør, sigur Jakob Jónsson.
KÍF var í fjør sannførandi alt undanspælið og tað endaði við, at liðið lítið og einki hevði at spæla fyri seinastu dystirnar undan finalunum. Spurningurin er um KÍF verða eins sannførandi í ár og um tað verður ein trupulleiki?
«Vit kunnu heldur ikki spæla við vinstru hond fyri at halda spenningin, skuldu vit komi í somu støðu sum í fjør, sigur Jakob Jónsson, sum leggur afturat, at KÍF hevur nógv eftir at arbeiða við.
Í seinni hálvu av seinna hálvleiki valdi Jakob Jónsson at lata fleiri av teimum ungu fáa ein møguleika.
«Hetta er framtíðin í felagnum og eg ætli mær at geva teimum møguleikan, tá eg kann, sigur KÍF venjarin.
Hans Eli og Nicklas gingu á odda
Sjálvt um KÍF bara var á odda við tveimum málum í hálvleikinum, so var teimum flestu greitt, at KÍF hevði eitt gear afturat. Tað gekk eisini bara ein løta av seinna hálvleiki, so var frástøðan millum vertirnar og gestirnar ov stór til at Neisitin kundi venda tí aftur.
Serliga vóru tað Hans Eli Sigurbjørnsson og Nicklas Selvig, sum gingu á odda við at skjóta mál.
«Hans Eli hevur heilt serlig evnir. Hann er bara 19 ár og eg ynski at hann spælir við okkum komandi ár eisini, men so ynski eg eisini at hann skal fara til Danmarkar at royna seg fyri at síggja hvussu langt hann kann koma, sigur Jakob Jónsson um Hans Eli.
Ungi vongurin, sum eisini spælir á bakkinum, gjørdist toppskorari við tíggju málum.
«Hann hevur ein ótrúligan skjótleika og er kvikur. Hann kann bæði finta og spæla bóltin væl víðari, umframt at hann hevur eitt gott skot, sigur venjarin um Hans Eli.
«Men tá tað er sagt, so skal hann arbeiða víðari við helvtini av hesum fyri at blíva betri. Hann er framvegis eitt talent og tað verður hann eisini komandi ár, men hann hevur eina bjarta framtíð, sigur Jakob Jónsson.
Eisini Nicklas Selvig var málsøkin í Kollafirði leygardagin. Hann skjeyt níggju mál. Onkur frá høgra vonginum, meðan tey flestu mundu koma í skjótálopi. Danin kom til Føroyar og KÍF í fjør. Tað eru tó ikki bara KíF, sum hava lagt merkis til hansara góðu evnir.
«Eg fari ikki at nevna nøvn, men onkur feløg hava verið eftir honum í summar. Eg fekk yvirtalað hann til verða verandi, tí hann hevur tað gott í felagnum. Allir vinirnir hjá honum eru her og tá tú hevur tað gott, so spælir tú eisini væl, sigur Jakob Jónsson um málsøkna vongin.
«Tað vísur ser eisini, at hann er nógv betri í ár enn hann var í fjør, leggur venjarin afturat.
Jakob Jónsson sigur um Nicklas, at orsøkin til at hann fær so nógv mál eru, at hann umframt at taka nøkur brotsskøst, so fær hann nógv mál upp á skjótálop og skal hava lítið pláss á vonginum, áðrenn hann er kann skora.
Menna, menna og menna
Orðini eigur venjarin hjá Neistanum, Áki Mørk. Hann hevur eina trupla uppgávu í Neistanum, sum hevur skift næstan alt fólki út frá í fjør. Neistin megnaði at fylgja KÍF fram til hálvleiks, men so fór orkan at ganga undan.
«Fyri okkara viðkomandi, so eydnast taktikkurin sum hann skal í fyrra hálvleiki. Vit draga tempoið úr dystinum og tað riggar. Vit halda teimum niðri á tólv málum, sigur Áki Mørk, sum tó leggur afturat, at álopsspælið hjá Neistanum er nakað stirvið.
Áki er eisini greiður yvir, at liðið er óroynt og tað kostar.
«Eg vildi mett, at teir fáa eini tjúgu mál upp á skjótálop, har vit gera feilir. Tað eru manglandi royndurnar, sum spæla inn, staðfestur venjarin hjá Neistanum.
Sleppur KÍF ikki í skjótálop, so metir Áki, at verjan hjá Neistanum spælir upp við álopið hjá KÍF. Tað er ikki fyrr enn orkan hjá teimum bláu gongur undan, at Neistin missur alt á gólvið.
Neistin hevur ikki sett sær eitt beinleiðis mál.
«Menna, menna og menna. Tað er málið hjá okkum. Tað er ikki so farligt hvar vit enda, sigur Áki Mørk at enda.
trondur@sosialurin.fo