Hóast Neistin enn er á øðrum plássi í Atlantic Airways-kappingini, so hevur gongdin hjá liðnum ikki verið eins góð seinastu dystirnar, sum hon var tað fyrsta partin av kappingini.
Og líkt er til, at leiðslan í felagnum avgjørt hevur ætlanir um at styrkja um hópin, nú seinastu og kanska avgerandi dystirnir standa fyri framman.
Fyri stuttum var greitt, at Jacob Larsen nú verður aftur at síggja í málinum, og nú er so greitt, at ein annar Jakob eisini fer at gera um seg á vøllinum. Hóast 42 ára gamal, so telist Jakob Jónsson enn millum fremstu hondbóltssnillingarnar í Føroyum. Í vetur hevur hann virkað sum venjari hjá Neista-kvinnunum, samstundis sum hann hevur hugnað sær á 2. deildarliðnum hjá Kyndli, men nú setir hann ferðina upp í so máta.
- Ingi (Olsen, blðm.) spurdi meg, um eg ikki hevði hug at taka eitt tørn afturat. Og tað hevði eg. Sum kappingin er skipað, so ber eisini til hjá mær at vera venjari hjá kvinnunum, samstundis sum eg spæli við monnunum. Og tað ætli mær so at gera í seks og vónandi átta dystir, sigur Jakob Jónsson.










