Jakob Friis-Hansen til Amager

Ekstra-Bladet veit at siga, at Fremad Amager longu hevur funnið mannin, sum skal loysa Peer F. Hansen av sum venjari. Talan skal vera um 40 ára gamla Jakob Friis Hansen, sum í 90’unum spældi fleiri landsdystir fyri Danmark. Í løtuni er Friis-Hansen sáttmálabundin við HIK, har hann fram til í vár starvaðist saman við Nikolaj Kaas-Heilman. Nikolaj hevur síðani tikið stjóra-starvinum í Fremad Amager, og ivaleyst er tað sambandið millum hann og Jakob Friis-Hansen, sum hevur sett ferð á gitingarnar í fjølmiðlunum. Sambært Ekstra-Bladet verður nýggi venjarin formliga settur á tíðindafundi, sum skal haldast í dag ella í morgin.