Jaguar skifta stíl

Jaguar skulu í nærmastu framtíð heilt skifta stíl, ikki einans við nýggjum designi, men teir skulu eisini hava nýtt "image". Ford, sum eiga Jaguar, hava stórar ætlanir við verksmiðnuni

Jaguar skal vera ein lítil effektiv bilverksmiðja, sum einans framleiðir luksusbilar. Á sama hátt sum t.d. týska Porsche verksmiðjan.

Í 2006 kemur ein nýggjur Jaguar XK coupé og í 2007 ein nýggjur Jaguar S, sum verður ein rættuligur luksusbilur. Hetta verður ein bilur, sum Jaguar vænta sær nógv av. Ford, sum eiga Jaguar, hava stórar ætlanir við verksmiðnuni.