Indarar hava keypt ensku bilmerkini Jaguar og LandRover.
Eftir at hava staðið á sølulista eina tíð eru tvey av kendastu ensku bilmerkjunum, Jaguar og Land Rover, sum hoyra til Ford-konsernina, seld til Tata Motors í India.
Sambært Ford Motor Company hava Tata Motors givið 11 milliardir krónur fyri Jaguar og Land Rover.
Sum liður í avtaluni koma Ford framvegis at lata motorar og aðrar komponentar til Jaguar og Land Rover.










