Egyptiski herurin hevur beint fyri 32 yvirgangsmonnum í átøkum ímóti islamskum yvirgangsbólkum á Sinai-hálvoynni. Ein talsmaður hjá herinum sigur, at átøkini byrjaðu nakrar dagar eftir, at yvirgangsmenn høvdu skotið 16 egyptiskar hermenn tætt við markið við Gaza-geiran tann 5. august.
Egyptisku myndugleikarnir siga, at átøkini hjá herinum eru ikki í stríð við friðarsáttmálan millum Egyptsland og Ísrael, tí sambært honum hevur egyptiski herurin rætt til slík átøk á Sinai-hálvoynni.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, segði í síðstu viku, at Ísrael vónar, at egyptiski herurin fer at taka sínar hermenn aftur av Sinai-hálvoynni, tá átøkini ímóti yvirgangsbólkunum eru liðug.










