Talan er um eitt størri putlispæl, nú Strandferðslan skal royna at skipa farleiðirnar millum oyggjarnar uttan Dúgvuna og Ternuna.
- Tað er sera trupult, tí vit ráða ikki yvir nóg nógvum skipum, og tá so hvørki Dúgvan og Ternan ella kunnu sigla, er tað ikki lætt at skipa samferðsluna, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.
Hann fekk mikukvøldið boð frá landsstýrismanninum í samferðslumannum um, at Strandferðslan skuldi finna eitt avloysaraskip til Lorvíksfjarðaleiðina sum skjótast.
Hetta arbeiðið er nú í gongd.
Á middegi í gjár var talan um at leiga eitt skip úr Íslandi, men Strandferðslan visti einki endaligt um hendan møguleikan, tá vit høvdu evstamark á blaðnum.
Óheppin stoytur
Strandferðslan hevur seinastu dagarnar arbeitt við fleiri ymiskum møguleikum at skipa samferðsluna á sjónum komandi vikurnar.
Hetta hendi, eftir at tað gjørdist greitt, at Dúgvan ikki fer at sigla næstu tríggjar vikurnar. Dúgvan liggur nú á skipasmiðjuni á Skála, og í gjár komu menn fram til, at tað fer at taka tríggjar vikur, áðrenn Dúgvan kann fara í sigling aftur.
- Stoyturin hevur verið beint undir motorinum, og tað er mest óhepna staðið, skaðin kundi henda, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni.
- Og talan verður ikki um tríggjar vikur við átta arbeiðstímum um dagin. Tað verður arbeitt við fullari ferð fyri at fáa skaðan umvældan, sigur Magnus Magnussen.
Ymsir møguleikar
Í gjár sigldi Smyril aftur millum Klaksvík, Fuglafjørð og Havnina, men tað er ikki greitt, hvussu leingi størsta strandferðsluskipið kann halda fram við hesi siglingini. Umfamt Smyril hevur Barsskor eisini gjørt túrar um Lorvíksfjørð, og aðrir bátar hava eisini verið um fjørðin.
- Vit arbeiða við ymiskum møguleikum, og alt veldst um, hvørji skip vit hava at ráða yvir. Vit vita ikki enn, um tað er gjørligt at leiga eitt avloysaraskip úr útlandinum til farleiðina um Lorvíksfjørð. Hesum arbeiða vit við, og vit umhugsa eisini aðrar møguleikar, sigur Reidar Nónfjall.
- Vit hava møguleikan at skunda undir arbeiðið at skifta motorar umborð á Ternuni, men hetta arbeiðið fer at taka minst 10 dagar afturat. Vit kunnu seta gomlu Ternuna inn í siglingina fyri at taka nakað av trýstinum, men bæði tá talan er um gomlu Ternuna og Barsskor veldst nógv um, hvussu veðrið er, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Strandferðslan ætlaði í gjár at koma við einum útspæli um, hvussu samferðslan skal skipast komandi dagarnar, men hetta var ikki greitt, tá vit høvdu evstamark.