Løgreglukvinnan ella Park Ranger - Margareth Anderson, varð skotin og dripin, tá hon setti upp ein vegstongsul fyri at steðga einum bili, sum ein annar løgreglumaður jagstraði.
Alt byrjaði við eina nýggjársveitslu, har tað stóðst skotbardagi burtur úr. Fýra persónar vórðu skotnir, og ein av teimum trimum, sum flýggjaði frá veitsluni, er 24 ára gamli Benjamin Colton Barnes (myndin). Tað vísti seg eisini, at bilurin, sum varð funnin á ástaðnum, var skrásettur í navninum hjá Barnes.
Tað skrivar Seattle Times.
34 ára Margareth Anderson var gift einum øðrum Park Ranger og var mamma at tveimum børnum. Hon eins og maðurin hoyrdu til Mount Ranier løgregludeildina, uppkallað eftir kenda fjallinum í statinum Washington.
Jagstranin eftir Barnes sunnudagin hevði við sær, at 125 vitjandi og 17 starvsfólk vórðu savnað í miðstøðini á parkini.
Myndugleikarnir vita, at 24 ára gamli krígsveteranurin hevur gjørt seg út at krógva seg í parkini, og eitt stórt løgreglulið er við í jagstranini eftir sálarliga óstøðuga Benjamin Colton Barnes, sum higartil er mistonktur fyri at hava dripið fimm fólk, teirra millum løgreglukvinnuna, Margareth Anderson.










