Har vesturi í Avstralia leita myndugleikarnir eftir einum hávi, sum drap ein 21 ára gamlan mann úti fyri teirri væl umtóktu ferðamannastrondini í Bunker Bay í gjár. Serfrøðingar siga, tað var annaðhvørt ein stórur hvíthávur ella ein koparhávur, sum leyp á Kyle Burden og drap hann. Ein koparhávur kann blíva 4,5 metrar langur.
Myndugleikarnir hava sent flogfør at leita fram við strondini, men teir leggja dent á, at teir ætla ikki at drepa hávin, men at reka hann til havs.
Tilburðurin sunnudagin er tann fyrsti av sínum slagi í Avstralia síðani í februar, og hetta var samstundis fjórðu ferð síðani í desember í 2008, at hávur hevur gjørt av við fólk har. Hugh Edwards, sum er hávaserfrøðingur, sigur við blaðið West Australian, at vandin fyri at verða álopin av hávi er kortini sera lítil.