Jagland formaður

Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, uttanríkisráðharrin og stórtingsformaðurin Thorbjørn Jagland varð í gjár valdur til formann í Evroparáðnum. Valstríðið upp undir formansvalið hevur vart eitt ár, og hesa tíðina hevur Thorbjørn Jagland vitjað umleið 40 av teimum 47 limalondunum í Evroparáðnum.

Tá atkvøtt varð í gjár, fekk Jagland 165 atkvøður, og kappingarneytin, Wlodzimierz Cimoszewicz úr Póllandi, fekk 80.

Aftan á atkvøðugreiðsluna segði tann nývaldi formaðurin, at hann fer at virkan fyri ymsum nýskipanum í ráðnum, sum eftir hansara tykki er vorðið ov líkt einum skrivstovuveldi.