Í minsta lagi fimm jagaraflogfør hava síðan í gjár verið í Kangerlussuq í Grønlandi og bunkrað, og hetta hevur sambært Sermitsiaq skapt ávísa órógv í Grønlandi.
Danska verjumálaráðið upplýsir, at flogførini eru úr USA.
Myndin av jagaraflogførunum er løgd út á Facebook, og hon er deild fleiri hundrað ferðir, eins og fleiri hava gjørt viðmerkingar til, at flogførini standa á flogvøllinum í Kangerlussuq.
Eftir at myndin varð løgd út á Facebook, royndi Sermitsiaq at fregnast eftir, hvaðani jagaraflogførini stava, og hvat tey gera í Grønlandi.
Sambært danska verjumálaráðnum eru flogførini úr USA, og tey hava fingið eitt sonevnt "diplomatiskt" loyvi til at bunkra í Kangerlussuaq. Síðan fara tey til onkra venjing, verður sagt.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, sigur við Sermitsiaq, at hann skilir væl, at fólk eru órógvað, men hann mælir grønlendingum til at taka tað róligt.
- Eg skilji væl, at flogførini kunnu skapa ótryggleika. Men, støðan beint í løtuni er hon, at Grønland er ikki í vanda fyri at verða drigið upp í kríggið.
Múte B. Egede sigur við Sermitsiaq, at Grønland er við í stríðnum á tann hátt, at landið stuðlar teimum búskaparligu atgerðunum, men landið stuðlar ikki hernaðarliga.
Hann sigur, at grønlendska landsstýrið fylgir væl við gongdini í Ukraina, og hann heldur tað vera týdningarmikið at skapa ró og tryggleika um leiklutin hjá Grønlandi í hesum sambandi.
- So skjótt, vit sóu, at flogførini skaptu ótryggleika millum fólk, vendu vit okkum til okkara sameindu og kunnu vátta, at flogførini eru úr USA og eru á veg til venjing, sigur Múte B. Egede.
Sermitsiaq veit at siga, at tað er slett ikki óvanligt, at amerikansk og donsk hernaðarflogfør leggja leiðina fram við Kangaerlussuaq.