Eitt Amerikanskt jagaraflogfar er niðurdottið í einum íbúðarøki í amerikanska milliónabýnum, San Diego. Flogskiparin skeyt seg úr flogfarinum, áðrenn tað datt niður.
Tað var ett F-18 jagaraflogfar, sum datt niður í einum íbúðarøki, bara tríggjar kilometrar frá hernaðarfloghavnini Miramar í San Diego, sum er kend frá filminum Top Gun við Tom Cruise, skrivar eb.dk.
Enn eru ongar fráboðanir komnar um persónskaðar. Sambært CNN, eydnaðist tað flogskiparanum at skjóta seg úr flogfarinum áðrenn tað datt niður. Flogskiparin lendi við fallskíggja og er fluttur á sjúkrahús við smærri snuddum.